Bangladesj

Fólkalýðveldið Bangladesj (bengali: গণপ্রজাতন্ত্রী বাংলাদেশ) er eitt land í Suðurásia. Bangladesj hevur bara mark við India. Í 1971 tók Eysturpakistan loysing frá Vesturpakistan og stovnsetti nýggja ríkið Bangladesj. Almenna málið er bengali. Bangladesj er av fátækastu og fjølbygdastu londum í heiminum, har eru eisini javnan melduródnir og vatnflóð, helst fram við strondini. Landið Bangladesj er í einum stórum áarósa og verður ofta rakt av svárari yvirflóð. Hóast vatn er mestsum allastaðni, er tað ofta ringt hjá fólki at finna reint drekkivatn í Bangladesj. Í mong ár hevur arbeitt verið við at fáa tamarhald á áunum, tálma fólkavøkstrinum og menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin.


© MMXXIII Rich X Search. We shall prevail. All rights reserved. Rich X Search